Scolari møguliga við til HM

Eitt av HM-londunum hevur ongan venjara í løtuni, og har er Scolari eitt gott boð.

Hóast Avstralia hevur spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi næsta summar, so hevur liðið í løtuni ongan venjara. Ange Postecoglou valdi at siga seg úr starvinum tvær vikur eftir at Avstralia hevði spælt seg víðari.


Avstralia hevur framvegis ikki sett nakran nýggjan landsliðsvenjara, men nakrir eru tó um boðið. Ein teirra er væl kendi Luiz Felipe Scolari. Hann váttar fyri Reuters, at hann hevur tosað við avstralska fótbóltssambandið.


69 ára gamli Scolari vann HM í 2002 við heimalandinum, Brasilia, og hann hevur eitt nú eisini verið venjari hjá Portugal og Chelsea. Seinastu tvey árini hevur hann staðið á odda fyri kinesiska Guangzhou Evergrande.


Luiz Felipe Scolari sigur við Reuters, at hann ikki hevur sum aðalmál at sleppa við til HM næsta ár, men at komandi starv hansara heldur skal vera ein áhugaverd verkætlan, ið varir eitt ella tvey ár.


Jürgen Klinsmann og Marcelo Bielsa hava eisini verið nevndir sum boð upp á ein nýggjan landsliðsvenjara, men avstralska fótbóltssambandið sigur, at tað framvegis er ov tíðliga at siga hvør verður venjari.