Chelsea-venjarin, Luiz Felipe Scolari, var alt annað enn fegin um dómaraavrikið hjá Mike Riley, tá Chelsea sunnudagin tapti 2-0 móti Liverpool. Frank Lampard fekk reytt kort fyri eina tackling móti Xabi Alonso, og hetta fekk ilt í brasilska venjaran. – Eg vil hava dómaran at hyggja eftir hasi hendingini, so hann kann broyta avgerðina. Veruleikin er, at frispark varð gjørt móti Lampard og ikki øvut. Nú fær hann tríggja daga leikbann, og tað er fullkomuliga burturvið. Hetta er nakað, sum FA (enska fótbóltssambandið) má broyta, segði Scolari við ensku miðlarnar eftir dystin.