Luiz Filipe Scolari angrar neyvan, at hann fór til Bunydkor í Uzbekistan at gerast venjari, eftir at hann fekk sekkin í Chelsea. Scolari er nevnliga tann venjarin í heiminum, sum forvinnur mest pening. Ársløn hansara er 16,6 milliónir eurur ella knappar 125 mió krónur. Næstu níggju venjararnir eru hesirvið upphæddinum í milliónum eurum: Mourinho (Inter) 11,0; Capello (Ongland) 8,8; Alex Ferguson (Man Utd.) 7,0; Mancini (Inter rindar lønina) 6,0; Ancelotti (Chelsea) 6,0; Pelligrini (Real Madrid) 5,5; van Gaal (Bayern M.) 5,2; Hiddink (Russland) 5,0 og Wenger (Arsenal) 4,8.