Sclüther vitjar í Klaksvík

Hann skal halda fyrilestur um ES ­við serligum atliti til Føroyar

Dagny Joensen


Í døgunum 5. - 9. august verða hópin av tiltøkum, í sambandi við at Klaksvík er 90 ár. Eitt av tiltøkunum er fyrilesturin hjá Poul Schlüther, sum verður í Tekniska skúla í Klaksvík fríggjadagin 7. august kl. 16.

Møguleiki verður eisini at seta fyrispurningar aftaná fyrilesturin, men bert, um evnið, sum Schlüther viðger í fyrilestrinum.

Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, sigur, at hann hitti Poul Schlüther í oktober í fjør, og spurdi hann, um hann var áhugaður at koma til Føroyar í sambandið við hátíðarhaldið, og tað játtaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin, sum í dag er ES-umboð.

­ Eg fekk hugskotið at fáa Schlüther at siga frá ES við atliti til føroysk viðurskifti, av tí at hann hevur verið ráðharri fyri Føroyar og tí átti at vita meir um hetta, enn aðrir, sigur Jógvan við Keldu. Hann legði tað fyri býráðið, ið samtykti uppskotið.