Scillygullið skal til Føroya

Manningin á Eyturoyingi, sum samam við manningini á Jarnbardi skal til Scillyoyggjarnar at umboða føroysku litirnar, er ikki í iva um, at í ár skal gullið til Føroya. Teir hava vant síðani januar mánað og halda seg hava møguleika fyri betri úrsliti enn seinast tá teir gjørdust nummar átta av 60 giggum

Um knappa viku fer »árliga« ferðalagið úr Føroyum til Scillyoyggjarnar. Tað er størri enn tað hevur verið undanfarin ár, tí í ár fer, umframt manningina á Eysturoyingi, eisini »kvinnumanningin« á Jarnbardi at rógva har niðri.

Fyrrakvøldið vóru vit framvið og fingu eitt prát við eysturoyingarnar um vónirnar hesaferð. Í fjør gjørdust teir nummar átta, men tað skal betrast siga teir.

? Vit eiga at leggja allar kreftir í at gerast millum 12 teir fremstu bátarnar í fyrsta róðrinum, tí so koma vit í A-bólkin beinanvegin. Tað er lættari at halda sær har, enn at skula rógva seg upp, sigur ein av manningini.

Skipanin er tann, at allir bátarnir - einir 60 í tali - rógva fyrsta róðurin og eftir úrslitinum verða teir so býttir í bólkar á tólv. Skulu eysturoyingarnir gera sær vónir um at vinna A-bólkin, sum er tann besti, so skulu teir ikki enda aftanfyri nummar 36 í fyrsta róðrinum. Tá hava teir møguleika at rógva seg upp.

Men tað er ikki málið. Málið er at endað frammanfyri nummar 12 í fyrsta róðrinum og so halda seg í A-bólkinum alla tíðina. Og tá teir sjálvir skulu meta um tað, so eru møguleikarnir avgjørt til staðar.

? Vit eru betur fyri í ár enn vit vóru í fjør, siga teir sum í ein munn, og hartil skal so havast í hugað, at nú hava teir vant við tí róðrarteknikki, sum teir í fjør lærdu á Scillyoyggjunum.

Tann mátin, siga teir, gevur giggini, nógv størri ferð og tað merkist væl.

? Ti halda vit, at vit hava ein betri møguleika at gera okkum galdandi eitt sindur longri frammi í oddinum, siga teir.

Men kappingin er hørð. Manningin, sum vann seinast - tann úr Cornwall - hevur vunnið allar róðrarnar teir hava luttikið í á Scillyoyggjunum, men tað tekur kortini ikki mótið frá eysturoyingunum.

? Teir hava tapt onkran annan róður, so tað ber til at vinna á teimum.

Ein annar trupulleiki føroyingarnir hava tá teir koma til Scillyoyggjarnar. Tað er báturin. Brendan, sum teir venja í her heima er nógv tygnri enn tann báturin teir kappast í har niðri, so tað skal eitt sindur av umstilling til, áðrenn teir fáa fult gagn av bátinum.

Tað er einki yvir at dylja, at eysturoyingarnir hava eina harða uppgávu fyri framman, tí áttindaplássið í fjør var eitt framúr gott úrslit. Kortini eru teir ikki bangnir fyri at seta sær høg mál, og skulu vit trúgva teimum, so er rætti taktikkurin at leggja alt í fyri at fáa ein góðan start.

? Lat okkum nú fáa at síggja, siga teir áðrenn teir flota bátin ...