Scientology við í Windows-pakkanum

Í næstum verður Scientology-forrit vanligt á heimateldunum í Føroyum

(KEYPMANNAHAVN) Windows er líka vanligt á teldu, sum margarin uppá breyð ella kavi á vetri.

So at siga allar heimateldurnar í Føroyum brúka Windows sum stýriskipan, og tað er trupult hjá flestu teldubrúkarum at klára seg uttan Windows-pakkan.

Framyvir fer tað at verða vanligt, at fólk skifta til nýggja Windows 2000, og við hesi skipan fylgir eitt forrit, sum hevur beinleiðis tilknýtið til umstrídda Scientology-felagsskapin.

Tað er amerikanska fyritøkan Microsoft, sum ger Windows 2000, og hendan skipan hevur nærum fingið einkarætt sum stýriskipan á heimateldum kring allan heim.

Men nú hevur Windows 2000 fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin, og vandi er fyri, at skipanin verður boykottað í nógvum londum.

Tað er nevniliga avdúkað, at Windows 2000 hevur beinleiðis samband við felagsskapin Scientology, sum er sera umstríddur í fleiri londum.


Halda eyga við brúkarum

Ein leiðandi limir í Scientology hevur gjøgnum fyritøku sína, Executive Software, latið eitt forrit til Windows 2000, og hetta forrit er ein partur av Windows 2000, sum framyvir verður púra vanligur á heimateldum.

Forritið, sum byggir á forritið Diskeeper, ruddar í fílum á harddiskinum, og sambært telduserfrøðingi í Hamburg, er møguleiki fyri, at forritið kann senda upplýsingar av telduni og út á internetið. Tí eru týskarar farnir at spyrja, um Scientology við hesum forriti kann halda eyga við brúkarum av Windows 2000.

Í Danmark vil ein annar serfrøðingur vera við, at Diskeeper forritið ikki kann slettast av telduni, tí um tað verður roynt at tveita forritið út av telduni, so leggur tað seg aftur á telduna av sínum eintingum.


Boykotta Windows

Í Týsklandi er mótstøðan móti Scientology serliga stór. Har hava fólk og myndugleikar stóra andstygd fyri felagskapinum, sum verður skýrdur vandamikil, og nú er væntandi, at bæði privatfólk, almennir stovar og alskyns fyritøkur fara at boykotta nýggja Windows 2000. Eisini katólska kirkjan verður mett at fara at frámæla fólki at brúka Windows 2000.

Í Danmark, har danska útgávan av Windows verður tillagað, kenna tey einki til sambandið millum Windows 2000 og Scientology.

Tað er danska útgávan av Windows, sum er vanligast í Føroyum.

- Vit hava sum grundleggjandi sjónarmið, at vit leggja líka í, hvønn trúðarbólk okkara samstarvsfelagar hoyra til, var einasta viðmerkingin hjá sølustjóranum Søren Rasmussen.

Og verður einki broytt við Windows 2000, so verður tað framyvir púra vanligt, at teldurnar í føroysku heimunum fara at brúka forrit hjá Scientology-felagsskapinum.