Tíðindaskriv
Mentamálaráðið
Brandur Patursson letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum í dag klokkan 15:00 og fram til 17:00. Framsýningin er opin mánadag til hósdag frá klokkan 8:00 til klokkan 16:00. Fríggjadag er opið frá klokkan 8:00 til 15:00.
Brandur Patursson arbeiðir við ymiskum tilfari í listaarbeiði sínum. Sumt er í tvívídd og sumt í trývídd. Tað tvívídda er oftast smáir figurar, sum siga frá søgum, ið líkjast søgum úr teknirøðum.
Íblásturin til søgurnar og útsjóndina á figurunum kemur helst frá kampkynstrinum eitt nú Kung-fu og Ninja, sum Brandur íðkar nógv. Í kampkynstrinum verður nógv arbeitt við rørslum djóranna, og hesin rørslutátturin og hugsjónin í kampkynstrinum er keldan til fleiri av figuratiónunum. Eisini science-fiction heimurin úr filmum og teknirøðum hava árin.
Í tvívídda forminum arbeiðir Bárður meira abstrakt-ekspressivt í mun til tað tvívídda. Har arbeiðir hann traditionelt við kompositión og litum, men nýtir kroppin og hárið at mála við ístaðin fyri vanligu penslarnar. Her kemur leikurin og frásagnin aftur inn í tvívídda formin, sum ræður í tvívídda forminum.
Hvussu hesir ymsu formar bindast saman sæst best, tá framsýningin er sett upp. Í arbeiðstilgongdini er rúmið, sum framsýnast skal í, altíð í huga. Figurar og myndir laga seg eftir rúminum og verða sett upp soleiðis, at alt tilsamans myndar eina hugveking.
Framsýningin í Mentamálaráðnum er opin fram til 1. oktober 2004.