Fyrr í summar á sjálvum Summarfestivaldegnum góvu Science Fiction út tvífløguna Crossroads saman við talgildari útgávu av teirra fyrstu bandútgávu, The Runaways frá 1985. Sostatt eru tað í ár júst 20 ár ímillum fyrstu og nýggjastu útgávurnar hjá einum av teimum best umtóktu 80ara bólkunum í Føroyum.
Á framførsluni í Leikalund fara Science Fiction at spæla løg úr báðum útgávunum, so okkurt verður fyri bæði gomlu og nýggju fjepparnum.
Kvøldið verður skipað við tveimum framførslum, har tann fyrra er frá kl20.00 til umleið 21.00 og tann seinna frá 22.00 til 23.00.