Sjónleikarin David Schwimmer, sum serliga er kendur fyri leiklutin hjá sær sum Ross Gellar í væl umtóktu sjónvarpsrøðini ?Vinir?, hevur nú lagt frá sær sum sjónleikari. Hann sigur frá, at hann, eftir at hava starvast sum sjónleikari í mong ár, nú fegin vil sleppa at arbeiða handan øllum myndatólunum sum leikstjóri.
Fyrsti filmur hansara sum leikstjóri ?Run, Fatboy, Run? kom út í fjør og tá gjørdist hann so upptikin av arbeiðinum, at hann als ikki umhugsaði sjálvur at spæla við í filminum.
- Eg hugsaði ongantíð um tað, sigur hann frá. Eg hugsaði bert um eitt ting, nevniliga at arbeiða sum leikstjóri. Eftir hesum at døma sær tað sostatt ikki út til, at vit sleppa at síggja meira tað Schwimmer sum sjónleikara ? men hvør veit, um starv hansara sum framleiðari ikki eisini man fara at vera eins spennandi fyri okkum?