Schweinsteiger heldur seg vera settan í samband við nasismu

Bastian Schweinsteiger ætlar at stevna kinesiskt leikutoysvirki

Sambært týska Bild hevur vælkendi, týski miðvallarin hjá Manchester United, Bastian Schweinsteiger, sett seg í samband við sakførarar sínar. Orsøkin er, at nasistadukkan, sum sæst omanfyri, ber navnið Bastian. Hetta vil Schweinsteiger ikki finna seg í, og tí hevur hann møguligar ætlanir um at saksøkja kinesiska leikutoysvirki, ið hevur framleitt dukkuna. Dukkan ímyndar ein nasist, og kemur hon á evropeiska marknaðin í hesari vikuni.

 

Tá ið hugt verður eftir dukkuni, so kann tað tykjast eitt sindur illgrunnasamt, um dukkan ikki líkist tí veruliga Bastian Schweinsteiger eitt vet ov nógv. Kinesiska framleiðaravirki avsannar tó, at nýggja dukkan hevur nakað sum helst við Bastian Schweinsteiger at gera.

 

- Vit selja ikki figurar, ið hava samband við altjóða fótbólt. Figururin er gjørdur eftir einum eyðkendum týskara. Vit halda, at flestir týskarar síggja soleiðis út, sum dukkan hjá okkum ger. Harafturat er Bastian eitt av vanligastu nøvnum í Týsklandi, sigur ein talsmaður fyri kinesiska leikutoysvirki.