Schweinsteiger fær skyldina fyri týska tapið

(EM 2016) Meðan fronsku bløðini eru farin í sjálvsving av franska hálvfinalusigrinum, so hava týsku bløðini funnið ein syndabukk

Týskarar, sum ikki hava tapt ein týðandi EM ella HM dyst ímóti Fraklandi, síðani bronsudystin í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958 hava sera ringt við at koma yvir 0-2 tapið til Frakland í EM-hálvfinaluni í gjárakvøldi.

 

Og tað er heilt týðiligt, at tað er ein hending, sum hevur brent seg í sinnið hjá týskarum. Talan er um hendingina har Bastian Schweinsteiger tók bóltin við hondini, og brotsspark var dømt til Fraklands, sum førdi til, at Antoine Griezmann legði Frakland á odda 1-0. Stóra týska blaðið "Bild" ger ikki mætari enn at skriva "Góða Nátt Schweini" á fronskum. Tað annars seriøsa týska blaðið "Süddeutche Zeitung" sparir heldur ikki uppá krútið ímóti Bastian Schweinsteiger, og nevnir Bastian Schweinsteiger "tað tragisku hetjuna" í einari grein. Soleiðis er Bastian Schweinsteiger útnevndur, sum syndabukkur í Týsklandi.

 

Fronsku bløðini hinvegin eru farin í sjálvsving. "L´Equipe" skrivar, at talan var um "Ekstasu", tá Frakland vann á Týsklandi í EM hálvfinaluni. L´Equipe staðfestir, at Frakland spældi sum meistararnir. Men enn er ein forðing eftir, og tað er Portugal, sum enn ikki hevur tapt ein dyst í hesum endaspælinum.

 

EM-finalan millum Frakland og Portugal verður spæld sunnukvøldið klokkan 20 á Stadé de France leikvøllinum í Saint Denis uttanfyri París.