Schwarzkopf deyður

Amerikanski generalurin Norman Schwarzkopf, sum stóð á odda fyri herdeildunum, sum róku irakar úr Kuwait í 1991, er deyður í Tampa í Florida. Hann var 78 ára gamal.

Norman Schwarzkopf var hermaður í Vietnam-krígnum í tveimum umførum millum 1965 og 1970, og hann varð fleiri ferðir heiðraður. Í 1980-árunum gjørdist hann generalur í amerikanska herinum og seinni ovasti fyri øllum amerikonskum herdeildum í Miðeysturøkinum.

Tá Saddam Hussein gjørdi innrás í Kuwait í 1990, fekk Schwarzkopf til uppgávu at savna 700.000 hermenn, sum róku teir iraksku hermenninar úr Kuwait.

Á myndini er Norman Schwarzkopf saman við einum øðrum fyrrverandi amerikonskum generali, Colin Powell.