Schwarzenegger í trupulleikum

Nógv bendir á, at veljararnir í amerikanska statinum hava ikki álit á filmsleikaranum Arnold Schwarzenegger kortini.

Schwarzenegger hevur stillað upp sum republikanskt valevni til guvernørvalið í Kalifornia, sum verður tann 7. oktober, og tær fyrstu veljarakanningarnar bendu á, at hann hevði møguleika at vinna valið. Men nú tykist vend vera komin í. Ein kanning hjá stóra blaðnum Los Angeles Times um vikuskiftið vísti, at bara 22 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða fyri "The Terminator". Hinvegin ætla 35 prosent at atkvøða fyri demokratiska varaguvernørinum. Hann eitur Cruz Bustamente.

Eygleiðarar í Kalifornia siga kortini, at veljararnir har skifta støðu í heilum. Tað sæst eisini í kanningini hjá Los Angeles Times, tí heili 46 prosent av teimum spurdu siga, at tað kann væl henda, at tey fara at hava eina aðra støðu tann 7. oktober enn nú.