Arnold Schwarzenegger, fyrrverandi filmsleikari og guvernørur í Kalifornia, ferðast nú runt í USA og signerar ta nýggju bókina, sum hann hevur skrivað um sítt lív.
-Høvuðsuppgáva mín er at savna familjuna til nýggjan leik, segði Schwarzenegger við tíðindafólk, tá hann var í Washington í dag og sigernaði bókina. Fyri einum ári síðani bleiv hann skildur frá konuni, Mariu Schiver, eftir at tað hann hevði viðgingið, at hann átti eitt barn við húshjálpini.
Summir amerikanarar halda, at Arnold Schwarzenegger er í ferð við at fyrireika seg til ein nýggjan leik, sum hann sjálvur málber seg. Tann nýggja uppgávan, sum hann skal hava sett sær fyri, er at sleppa í Hvítu Húsini sum amerikanskur forseti, siga teir.










