Schwarzenegger aftur sum Terminator

Slaturin gongur í løtuni um, at Arnold Schwarzenegger fer at gera comeback í gamla leikluti sínum sum Terminator.

Tá ið kaliforniski guvernørurin herfyri vitjaði settið, har McG spæla nýggja ?Terminator: Salvation?-filmin inn, fekk framleiðarin sambært slatrinum yvirtalað Schwarzennegger til at spæla við í filminum, men ikki fyrr enn í endanum av filminum og framførslan hjá honum verður bert heilt stutt.

 

Schwarzenegger varð heimskendur sum aktionstjørna í filminum ?Terminator? frá ?84. Í ?91 fylgdi hann hesum filminum upp við ?Terminator 2: Judgement Day? og í ?03 kom seinasti filmurin, ?Terminator 3: Rise of the Machines?, sum hann spældi við í.

 

Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin.

Høvuðsleikluturin í nýggja filminum ?Terminator: Salvation? verður spældur av Batman-stjørnuni Christian Bale.