Schwartz byrar í Eik í dag

- Fyrstu tíðina fari eg at brúka til at seta meg væl inn í viðurskiftini og at heilsa upp á starvsfólkið, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum sambært fráfaringaravtaluni við BankNordik ikki hevur havt atgongd til Eik Banka.

Tað er í dag, at Súni Schwartz Jacobsen byrjar í starvinum sum forstjóri í Eik Banka.
Avtala millum Súna Schwartz Jacobsen og Eik Banka varð gjørd um mánaðarskiftið februar/mars, men áðrenn hann kundi seta seg í nýggja forstjórastarvið, mátti sáttmálin, sum hann hevði við táverandi arbeiðsgevaran, BankNordik, setast úr gildi við eini fráfaringaravtalu.
Og í fráfaringaravtaluni vóru millum annað tær treytir, at Súni Schwartz Jacobsen ikki skuldi byrja í nýggja starvinum fyrstu tríggjar mánaðirnar, og at hann ikki skuldi hava samband við Eik Banka fyrr enn tá.
- So fyrstu tíðina fari eg at brúka upp á at seta meg inn í viðurskiftini. Vit hava lagt eina tronga skrá fyrstu dagarnar, sum í fyrsta umfari ganga við at vitja deildirnar kring landið og heilsa upp á starvsfólkið, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Sum nevnt verður fyrsta tíðin eisini brúkt til at seta seg inn í tingini, men nýggi forstjórin kennir sum bankamaður sjálvandi generellu støðuna hjá Eik Banka.
- Sum eg havi sagt fyrr, so er føroyski parturin av Eik Banka ein sunn fyritøka. Tað var ikki hesin parturin av samtakinum, ið var høvuðsorsøkin til at fyritøkan fór av knóranum, tað vóru onnur viðurskifti, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Eitt fokus
Afturi um mánaðarskiftið februar/mars, tá tað varð almannakunngjørt, at Súni Schwartz Jacobsen skuldi gerast nýggi forstjórin hjá Eik Banka, gjørdi hann greitt, at hann ikki brúkti langa tíð um at taka avgerðina.
- Tað hevur sjálvandi eisini talt við, at talan er um eitt forstjórastarv, og eg harvið havi ávirkan á raksturin av bankannum, segði Súni Schwartz Jacobsen við Sosialin tá.
Og henda tíðin fram til yvirtøkuna av forstjórastarvinum hevur ikki dempað virkishugin hjá komandi forstjóranum í Eik Banka.
- Tað er við spenningi, at eg seti meg í stjórasessin. Eik Banki er broyttur munandi, tí nú hava vit bert ein marknað at fokusera upp á, og tað er Føroyar, og tað fara vit eisini at leggja alla orkuna í, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Eik Banki skal vera føroyski bankin fyri føroyingar.
Nýggi forstjórin peikar eisini á, at bankin er vælkonsolideraður.
- Vit skulu minnast til, at Eik Banki hevur fingið eina innspræning upp á tvær milliardir, og tað er næstan líka nógv, sum Sjóvinnubankin og Føroya Banki fingu tilsamans í sinari tíð, sjálvt um tær 2,5 milliardirnar tá eru væl meiri verdar enn hesar tvær nú, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Hann vil ikki siga, hvørjar framtíðarætlanir og mál hann hevur sett sær sum stjóri í Eik Banka.
- Eg haldi tað er rímiligt, at starvsfólkini í bankanum verða tey fyrstu at frætta um fastlagdar framtíðarætlanir, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum fer at nýta komandi tíðina upp á millum annað tað.