Sjeyfaldi heimsmeitarin í Formel-1, Michael Schumacher, sigur seg nú vera til reiðar at seta seg aftur við róðrið í Formel-1. – Eg havi einki at prógva fyri nøkrum, heldur ikki mær sjálvum. Eg angri framvegis eitt lítið sindur, at eg gavst fyri trimum árum síðani, og eg síggi í øllum førum onga orsøk til definitivt at staðfesta, at eg ongan tíð koyri aftur, sigur Schumacher við týska Der Spiegel.