Tað var hin 29. desembur í fjør, at heimskendi fyrrverandi formil 1-kappkoyrarin, Michael Schumacher, kom álvarsliga til skaða eftir eina skíðvanlukku í fronsku alpunum. Eftir eitt hálvt ár í koma og viðgerðir á einum sjúkrahúsi í Sveis slapp hann til húsa aftur hin 9. septembur í ár.
Schumacher er lammaður, fær ikki tosað og situr í rullistóli. Hann er umgirdur av einum serligum lækna- og hjálparatoymi, ið telur 15 starvsfólk, og tað verður mett, at viðgerðin kostar honum og familjuni umleið eina millión krónur um vikuna.
Nú er familjan farin at selja burturav ognunum hjá sær. Privatflogfarið hjá Michael, sum hann annars var í uml. 300-400 um árið, setti kona hansara til sølu fyrr í ár fyri 148 milliónir krónur. Luksus-summarhús teirra í Noregi er nú eisini sett til sølu. Húsið, sum er 645 kvadratmetrar, kann keypast fyri 20 milliónir krónur á heimasíðuni finn.no.
Tað resta tó neyvan pengar í hjá familjuni, tí við nógvum árum á baki sum eitt av best løntu ítróttarfólkum í heiminum hevur Michael Schumacher lagt stórar ognir eftir seg. Sambært útrokningum hjá Forbes og øðrum, so eigur hann ímillum fýra og fimm milliardir krónur.











