Hóast fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1-kappkoyring, Michael Schumacher, júst er farin aftur í bilin, hevur hann stórar ætlanir. Í fyrsta umfari hevur hann ein trý ára sáttmála við Mercedes-liðið, men 41 ára gamli týskarin útihýsir ikki, at samstarvið verður longt eftir tað. Michael Schumacher er við sínum sjey heimsmeistaraheitum tann, ið hevur vunnið Formel 1 oftast.