Schumacher gavst tvær ferðir

Sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher hevði eitt ringt vikuskifti. Í tíðarkoyringini koyrdi hann útav, og tá liðið noyddist at umvæla bilin byrjaði Schumacher næstseinastur. Í sjálvari byrjanini fór hann av nítjanda upp á ellivta pláss, men rakti samstundis eitt petti av bilinum hjá Felipe Massa, sum rendi útav og breyt gronina á bilinum. Á fjúrtanda umfari lá Michael Schumacher á tíggjunda plássi, og megnaði ikki at sleppa framvið Ferrari liðfelaganum Rubens Barrichello. Hann fór tí í pit og kom út beint frammanfyri Webber. Tá Webber royndi at sleppa framvið honum, rendu teir saman, og báðir fingu stórar umvælingar í pittinum. Eitt umfar seinni gavst Schumacher, men kom aftur á breytina tá 42 umfør vóru koyrd. Hann koyrdi 9 umfør, soleiðis at hann hevði koyrt longur enn Webber, Massa og Heidfeld. Hetta ger, at hann ikki skal byrja fyrstur í tíðarkoyringini á Monza næstu ferð.