Schumacher er tendraður

19 ár aftaná, at hann koyrdi Formel 1 á fyrsta sinni fyri Jordan-liðið, er tann nú 41 ára gamli týskarin, Michael Schumacher klárur til at gera eitt comeback fyri tað nýggja liðið hjá Mercedes.

 

Og Michael Schumacher er líka íðin, sum var tað fyrstu ferð hann skal royna seg. - Eg havi somu kenslu, sum eg hevði í 1991, sigur Michael Schumacher við sporten.dk. - Tá var eg skelkaður um, hvussu høgt tempo ein Formel 1 kappkoyring hevði. Tá eitt umfar var farið, var eg tendraður, og soleiðis kenni eg tað eisini í dag. Eg kenni meg, sum ein lítlan drong, sum hevur fingið ta leikuna hann hevur ynskt sær mest av øllum, sigur Michael Schumacher.