Formil 1
Michaels Schumacher vann sera sannførandi frammanfyri Fernando Alonso í formil 1 kappingini á Magny Course breytini í Fraklandi í dag. Hetta minkaði munin í kappingini um heimsmeistaraheitið niður á 17 stig við sjey koyringum eftir.
Ferrari bilarnir hjá Michael Schumacher og Felipe Massa byrjaðu av fyrstu byrjunarrøð og komu somuleiðis best frá byrjanini. Fernando Alonso royndi í sínum Renault bili at trýsta Massa tí fyrstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at sleppa framvið honum. Hetta gav Michael Schumacher møguleika, at koyra sær eitt glopp aftur til kappingarneytarnar. Eftir fyrsta steðg var støðan enn Schumacher, Massa, Alonso á teimum trimum fremstu støðunum. Steðgirnir vóru um somu tíð, og tað tyktist sum um bæði liðini ætlaðu at steðga tríggjar ferðir. Men Renault tillagaði seg eftir øllum at døma til støðuna og fylti meira bensin á bilarnar, ið tí kundu klára koyringina við tveimum steðgum. Hetta gjørdi, at tá allir bilar høvdu havt sínar steðgir, var Alonso komin framvið Massa upp á aðru støðu. Hetta gjørdi í síðsta enda, at Alonso tryggjaði sær tvey týdningarmikil stig afturat.
Úrslitið hjá Schumacher var tó sannførandi og á degnum hevði Ferrari tann betra bilin. Kappingin tykist tí enn at vera sera opin.
Tað gleddi italska liðið sera nógv, at teir vunnu eitt franskt lið í Fraklandi, og italsku tøkningarnir hjá Ferrari runnu við eini papp útgávu av HM steypinum gjøgnum franska pittin.
Toyota aftur við
Jarno Trulli lá á einum tryggum fjórða plássi heilt til hann eftir 40 umfør gavst við tøkniligum trupulleikum. Dagurin gjørdist tó ikki heilt vónleysur fyri Toyota, tí Ralf Schumacher megnaði at koma framvið Giancarlo Fisichella í Renault og Kimi Räikkönen í McLaren-Mercedes og vinna sær fjórða plássið
Tey, sum spáddu Honda, at vera eitt gott boð upp á ein heimsmeistara, áðrenn hetta kappingarárið byrjaði, fingu enn ein framman á hetta vikuskiftið, tí fyri Honda var alt vikuskiftið heilt vónleyst, bæði Jenson Button og Rubens Barrichello fingu tøkniligar trupulleikar og noyddust at gevast fyri tíð, eftir at hava ligið og kappast við tyngra endan av feltinum.
Avloysarin fekk stig
Nýggi maðurin á breytini Pedro de la Rosa, ið hevur avloyst Juan Pablo Montoya í McLaren Mercedes byrjaði í áttandu støðu, men Mark Webber í Williams Cosworth hevði eina frálíka byrjan av tíggjundu støðu og slapp framvið bæði David Coulthard og de la Rosa. Tá Webber seinni í koyringini punkteraði, fekk de la Rosa tó plássið aftur, og tá Trulli eisini gavst flutti hann upp á sjeyndu støðu. Boð vóru eftir de la Rosa at koyra í Fraklandi, tá Ron Dennis liðstjóri hjá McLaren Mercedes sendi kolumbiumannin Montoya til hús ivaleyst restina av kappingarárinum. Hetta komst, sum skilst av, at Montoya hevði almannakunngjørt, at hann fer burtur úr formil 1 næsta kappingarár fyri at koyra Nascar í staðin.