Nú røkist enn einaferð fyri, at týski Michael Schumacher skal gera come-back í Formel-1. Tað ætlaði sjeyfaldi heimsmeistarin í fjør, men av heilsávum varð hetta tó av ongum. Nú ljóðar fyri vist, at Schumacher skal koyra fyri Mercedes-liðið, sum longu hevur sett Nico Rosberg í annan av bilunum, sum skulu koyra til kommandi kappingarár.










