Altjóða Gjaldoyragrunnurin kunngjørdi í vikuni, at framgongdin í týska búskapinum verður neyvan størri enn 0,8 prosent í ár. Tað er eitt heilt prosentstig minni enn upprunaliga hildið, og tað hevur fingið Gerhard Schrøder, kanslara at biðja andstøðuna um hjálp til at fáa meiri ferð á, skrivar DPA.
At kanslarin nú hevur hug at samstarva við andstøðuna kemst helst av, at hann fyri nøkrum døgum síðani fekk eitt bræv frá andstøðuni, har skotið verður upp at lækka partafelagsskattin og at gera ymsar skipanir á arbeiðsmarknaðinum liðiligari. Formaðurin í stjórnarflokkinum SPD, Franz Múntefehring, vísti alt fyri eitt uppskotunum aftur, men Schrøder hevur eftir øllum at døma hug at royna samstarv við andstøðuna.
Týskir búskaparfrøðingar ávara kortini um, at samstarv millum stjórnina og andstøðuna er eingin borgan fyri, at vend kemur í. Teir vísa á, at tað eru næstan 40 ár, síðani tílíkt samstarv veruliga bar nakra frukt.