- Hendan hjartaliga innbjóðingin vísir, at ringir fíggindar eru vorðnir góðir vinir og samstarvsfelagar, skrivaði týski kanslarin, Gerhard Schrøder, í einari grein í russiska blaðnum Komsomolskaya Pravda mánadagin. Í greinini bað hann eisini russar um umbering fyri tað, sum tað gamla nazistastýrið gjørdi ímóti landi teirra.
Seinasta summar var Schrøder tann fyrsti týski kanslarin, sum tók lut í einum hátíðarhaldi til minnis um, at 60 ár vóru liðin síðani ta stóru landgongdina í Norðurfraklandi, og tveir mánaðir seinni var hann við til at minnast polska uppreisturin ímóti nazistunum.
Mánadagin var hann við til haldið í Moskva til minnis um, at 60 ár vóru liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði í Evropa. Við sær hevði hann sjey gamlar týskar hermenn, sum bardust í Russlandi, og trý ungfólk, sum tey seinastu árini hava verið
uppi í mentanarligum samstarvi ímillum Týskland og Russland.
Umframt hátíðarhaldið í Moskva nýtti Schrøder høvi til at vitja Lyublino-kirkjugarðin, har 486 týskir hermenn liggja jarðaðir. Har legði hann blómur við minnisvarðan og á grøvina hjá tí yngsta hermanninum, Siegfried Pfaifer. Hann var 18, tá hann fall.
Sjálvur misti Gerhard Schrøder pápan undir seinna heimsbardaga, og í fjør vitjaði hann fyri fyrstu ferð grøvina hjá pápanum í Ceanu Mare í Rumenia. Schrøder var ikki føddur, tá pápin fall í bardøgum har í 1944.