Eftir at hava sitið við valdið í sjey ár bendir alt á, at Gerhard Schröder noyðist at fara úr kanslarastólinum um tríggjar vikur.
Tann seinasta veljarakanningin vísir, at teir borgarligu flokkarnir fara at vinna greiðan sigur á stjórnarsamgonguni. Eftir kanningini fáa Kristiligu Demokratarnir og Kristiliga Sosiala Samgongan í Bayern 43 prosent av at-kvøðunum, meðan stuðulsflokkurin, Fríu Demokratarnir, fáa átta prosent. Á hinum vonginum fáa Sosialdemokratarnir 30 prosent og Tey Grønu átta prosent.
Týska valstríðið er sera hart, og í síðstu viku gjørdist tað ov hart fyri sosialdemokratiska floksformannin, Franz Muntefering, sum small á einum veljarafundi í Saarland. Men eftir at hava hvílt seg í eitt samdøgur legði hann aftur til brots í einum sjónvarpskjaki.
Gerhard Schröder, kanslari, heldur eisini á, men eygleiðarar siga, at møguleikar hansara eru smáir. Veljararnir revsa hann, tí hann hevur ikki megnað at loysa trupulleikarnar við tí metstóra arbeiðsloysinum, og búskapurin liggur í andaleypi.
Tey borgarligu lova at bøta um støðuna. Millum annað skjóta tey upp, at allir týskarar skulu hava sama skattaprosent, og at allir frádráttir skulu burtur. Í hvussu er tykjast veljararnir hava størri álit á teimum enn á samgongustjórnini, og tí er sannlíkt, at næsti týski kanslarin fer at eita Angela Mærkel. Tað verður so fyrstu ferð, at ein kvinna situr í týska kanslaraembætinum.










