UTTAN ÚR HEIMI
TÝSKLAND
?Vit fara at leggja á annan bógv. Fólka skulu velja, um tey framvegis vilja hava Gerhard Schrøder til samveldiskanslara, ella tey vilja hava Edmund Stoiber, segði Gerhard Schrøder við tíðindafólk í gjár, áðrenn hann fór á ein kreppufund í sosialdemokratisku floksleiðsluni.
Schrøder, sum ofta verður róptur "fjølmiðlakanslarin", var ikki so hugaður at tosa við tíðindafólk eftir fundin. Tvørturímóti sýtti hann fyri at gera nakra viðmerking til ósigurin í Sachsen-Anhalt, sum er størsti ósigur hjá flokkinum seinastu 50 árini.
Mánadagin segði kanslarin, at eitt ella annað hevði svikið í valstríðnum í tí eysturtýska landslutinum, og tað er einki at ivast í, at hann royndi at geva SPD-leiðaranum í Sachsen-Anhalt, Reinhard Høppner, skyldina av tí vánaliga úrslitinum. Men eygleiðarar siga, at kanslarin kann ikki smoyggja sær undan ábyrgd, tí hann var tann politikarin, sum fremstur av øllum royndi at leggja dent á síni egnu evni í valstríðnum í landslutinum.
Tá sosialdemokratarnir vunnu ríkisdagsvalið í 1998, segði Gerhard Schrøder, at hansara persónliga valstríð hevði havt avgerandi ávirkan á úrslitið. Men eygleiðarar siga, at ósigurin í Sachsen-Anhalt var ein ávaring til kanslaran um, at í veruleikanum var tað Helmuth Kohl, sum tapti valið fyri fýra árum síðani.
Gerhard Schrøder kann framvegis ugga seg við, at hann hevur munandi størri undirtøku í Týsklandi enn Edmund Stoiber. Tað er tí ikki so løgið, at hann nú roynir at snara valstríðnum frá flokspolitiskum sjónarmiðum til ein spurning um seg ella avbjóðaran.