Scholz boðar frá harðari asylreglum eftir kníválop

Eftir eitt drápiligut kníválop vitjar Olaf Scholz í Solingen. Hann sigur álopið "yvirgang ímóti okkum øllum".

Olaf Scholz sæst her á vitjan í Solingen mánadagin eftir kníválop. - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix

Samveldiskanslarin í Tysklandi, Olaf Scholz, ætlar at økja um talið av útvísingum og minka um ólógligu tilflytingina til landið.

Tað sigur hann í dag á vitjan í týska býnum Solingen, har trý fólk vórðu dripin í einum kníválopi fríggjakvøldið.

- Tað var yvirgangur. Yvirgangur ímóti okkum øllum, sigur Scholz eftir at hava lagt blómur á staðið, har álopið fór fram.

Týska ákæruvaldið heldur, at ein limur í Islamskum Stati (IS) úr Sýria framdi álopið.

Politiskur spenningur er vaksin í Týsklandi orsakað av álopinum, og kjak hevur verið um friðskjól- og útflytingarreglur undan trimum deilsstatsvalum í næsta mánaði.

- Vit mugu gera alt, sum vit kunnu, fyri at tryggja, at tey, sum ikki sleppa at vera verandi í Týsklandi, verða send heim og útvíst, sigur Scholz.

Hann vísir til mistonkta gerningsmannin sum "eitt Dublin-mál".

Við hesum vísir hann á ES-reglur, sum byggja á, at friðskjólsøkjarar skulu lata umsóknina inn í fyrsta ES-landinum, teir koma til.

Myndugleikarnir ætlaðu at burturflyta ákærda í álopinum fríggjadagin til Bulgaria í fjør, siga týskir miðlar.

Álopið hendi í býarveitslu í Solingen fríggjadagin. Trý lótu lív og átta fólk fingu skaða.

Fýra av teimum særdu, sum í fyrstu atløgu vóru álvarsliga særd, eru ikki í lívsvanda longur, varð upplýst í gjár.

Solingen liggur í statinum Norðurrín-Westfalia í vesturtýsklandi, tætt við Düsseldorf og Köln.

Sambært tíðindastovuni Reuters er ákærdi eyðmerktur sum Issa Al H.

Týska ákæruvaldið hevur ikki upplýst eftirnavnið á ákærda.

IS tók ábyrgdina av álopinum í eini fráboðan á boðtænastuni Telegram.

 

/ritzau/Reuters

 

Olaf Scholz sæst her á vitjan í Solingen mánadagin eftir kníválop. - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix