Scholes setir skógvarnar á hillina

Manchester United legendan, Paul Scholes, hevur gjørt av at gevast í fótbólti. Tað boðar enska meistarafelagið frá á heimasíðu síni í morgun.

Men hann gevst kortini ikki heilt í felagnum, tí hann heldur fram sum venjari.

Scholes er uppvaksin í Manchester United og var ein av mongum, sera evnaríkum spælarum, sum vórðu slúsaðir upp á fyrsta liðið mitt í nítiárunum.

Paul Sholes fær kortini ein dyst afturat á Old Trafford, tað verður ein heiðursdystir, sum verður mitt í august, tá ið áskoðararnir fáa høvið at biðja honum farvæl.

Nú, hann gevst, stendur hann eftir, sum ein av allarbestu spælarunum hjá felagnum yvirhøvur.

Sjálvur er Scholes ikki av prátingarsamastu monnum, men hann sigur, at tað hevur verið ein sannur heiður at spæla fyri Manchester United í so nógv ár, men nú er stundin komin at gevast.