Scholes hartar Paul Pogba

Legendariski miðvallarin hevur tó góð ráð

Paul Scholes, fyrrverandi miðvallarin hjá Manchester United, helt lítið um avrikið hjá Paul Pogba móti Feyenoord í Europa League. Manchester United tapti dystin 1-0.

 

- Paul Pogba roynir fór nógv. Hann hevur brúk fyri at spæla saman við einum spælara, sum kann stýra honum. Manchester United keypti ikki Lionel Messi, men ein miðvallara, sigur Paul Scholes, sum í dag er viðmerkjari á sjónvarpsrásini BT Sport.

 

Paul Pogba, sum bleiv heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá Manchester United keypti hann fyri næstan 800 milliónir krónur frá Juventus. Paul Scholes væntar tó, at Paul Pogba fer at blíva betri.

 

- Manchester United hevur brúk fyri einum spælara sum Luka Modric ella Toni Kroos við síðuna av Paul Pogba. Tá hann ger tey einføldu tingini, sum hann dugur best, so blívur hann góður, sigur Paul Scholes.

 

Paul Pogba hevur spælt fýra dystir fyri Manchester United.