Scholes fær finalu

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er ikki kendur sum nakar bleytur ella sentimentalur maður, men hann viðgongur, at í einum føri vil hann gera eitt undantak

Um Manchester United í ár kemur í finaluna í Champions League, so skal miðvallarin Paul Scholes spæla dystin. Scholes, sum hevur verið millum trúgvastu og bestu spælararnar hjá United seinastu 10 árini, varð leikbannaður í 1999, tá ið enska felagið vann Champions League.