- Tað var ein stór avgerð og eg fekk ikki nokk at tíð at hugsa meg um. Tí valdi eg ikki at taka av tilboðinum. Um teir høvdu spurt meg fyrr, so hevði eg helst sagt ja, sigur 35-ára gamli Paul Scholes um støðuna, tá hann varð spurdur av Fabio Capello um hann hevði hug at taka landsliðsgaggurnar fram aftur til HM endaspælið í Suåur Afrika.
Paul Scholes hevur havt eitt sera gott kappingarár við Manchester United í ár. Hóast tað ikki rakk til eitt gullheiðursmerki, so var tað nær við.
- Tað er spælarar í enska landsliðshópinum, ið hava ferðast kring alt Evropa í skjótt tvey ár, og hjálpt Onglandi við at koma til HM endaspælið. Eg hinvegin, havi ikki verið ein partur hópinum í longri tíð. Eg vildi ikki taka plássi frá einum av teimum, sigur Paul Scholes.
Hann gavst á enska landsliðnum eftir EM 2004 og náddi at spæla 66 dystir og skora 14 mál.
- Vit royndu at yvirtala hann, men hann segði nei. Hann vildi heldur vera saman við familjuni, sigur Fabio Capello, ið megnaði at yvirtala Liverpool verjuleikaran, Jamie Carragher, til at taka sínar landsliðsgaggur fram aftur.
Venjarin hjá Paul Scholes, Sir Alex Ferguson, tekur undir við avgerðini hjá Scholes.
- Paul tók avgerðina fyri nógvum árum síðani, Eg haldi at Fabio Capello gjørdi rætt í at geva Scholes enn ein møguleika, men tað var ongantíð sannlíkt, at hann fór at taka av tilboðinum, sigur Sir Alex Ferguson.