Schmeichel trívist í Skotlandi

Kasper Schmeichel, sonur tann so navnframa Peter, hevur hetta kappingarárið spælt í skotska Falkirk. Schmeichel er sáttmálabundin í Manchester City, men hann sigur seg einki hava ímóti at halda fram í Skotlandi. – Eg hevði ikki havt nakrar sum helst trupulleikar við at taka eitt ár afturat í Falkirk. Og eg eri harmur um, at eg møguliga aftur skal á beinkin at sita, nú eg havi fingið nógva spælitíð í eitt ár, sigur ungi málverjin.