Schmeichel hevur áður verið leigaður til Darlington, Bury, Falkirk og Cardiff, og í Manchester City eru tey fegin um, at ungi málverjin nú kann vinna sær enn fleiri royndir. Og eisini Coventry er venjarin fegin. – Kasper hevur prógvað, at hann hevur allar kravdar eginleikar til at verða ein Premier Leagu-málverji í toppflokki. Og eg eri ikki í iva um, at hann verður ein góður styrkur í hópinum, sigur Chris Coleman, sum er manager hjá Coventry. Roknað verður við, at Schmeichel verður í málinum, tá Coventry í morgin spælir móti Sheffield Wednesday.










