Schmeichel keypt fóbarndómsfelagið

Fótbóltur: Á eykaaðalfundi týskvøldið keypit danski landsliðsmálverjin, Peter Schmeichel, allan partapeningin í barndómsfelagi sínum, Hvidovre

Mikudagin frættist, at heimsgitni danski landsliðsmálverjin, Peter Scheichel, hevði keypt allan partapeningin í fyrrverandi felagið sínum, Hvidovre.

Hvidovre var felagið, har Schmeichel av fyrstan tíð gjørdist kendur millum danir. Ikki einans tí hann var ein framúr evnaríkur málverji, men so sanniliga eisini av teirri orsøk, at hann ofta kom fram við, tá hornaspørk vórðu send inn fyri mótstøðumálið.

Seinni varð hann keyptur av Brøndby, og har gjørdist hann partur av liðnum, sum á vári 1991 einans var fáar minuttir frá at leika seg til finaludystin í UEFA cup kappingini.


Gjørdist heimsgitin í Manchester

Eftir góðu avrikini við Brøndby, hevði Alex Ferguson, sum tá var í fer við at uppbyggja eitt stórlið í Manchester, sæð nóg mikið, og gjørdi hann tískil av at keypa Schmeichel.

Árini í Manchester megnaði Schmeichel so at siga at vinna alt, sum vinnast kundi. Fimm sigrar í landskappingini, trý silvurmerki í somu kapping, 4 FA-cup finalur, har av 3 vórðu vunnar, ein sigur í liga-cup og at enda sigur í UEFA Champions-League. Finalan í Barcelona seinasta ár var samstundis seinasti dysturin hjá Schmeichel fyri Manchester United, og tað var honum væl unt, tá hann sum liðformaður fór upp eftir stóra steypinum.

Lítið er at siga til, at danski risin hesi árini varð mettur millum heimsins bestu málverjar. Í Onglandi og í Danmark vóru fólk í hvussu so er ikki í iva, og áskoðararnir hjá danska landsliðnum og enska felagi hansara eru á einum máli um, at hetta er besti málverjin teir nakran tíð hava átt.

Á landsliðnum hevur hann sett danskt met fyri leiktar dystir, og megnar hann at varveita støðið í eini tvey ár, er ikki óhugsandi at hann tekur metið fyri landsdystir, sum týskarin, Lothar Mathäus, setti fyri stuttum.


Stórur áhugi

Sum vera man, so hevur avgerðin hjá Schmeichel ført við sær, at Hvidovre brádliga er vorðið eitt sera áhugavert felag fyri íleggjarar og stuðlar av ymsum slag.

Sostatt ljóðar longu nú, at svenska Telia er til reiðar at rinda eina tveysiffraða milliónaupphædd, og vil hetta sjálvsagt viðføra, at Hvidovre brádliga fer at teljast millum sterku feløgini í Danmark. Í hvussu so er fíggjarliga.

Hvussu fer at ganga ítróttarliga er sjálvandi ikki greitt enn, men roknast kann við, at stóri málverjin er áhugaður í at lata nakað av peningi til felagið, og eftir donskum mátistokki man tað skula nógv til, áðrenn pengapungurin gerst tómur.