Schevchenko fekk hol á

Ukrainski álopsspælarin hjá Chelsea skoraði umsíðir fyri nýggja felagið hjá sær, tá ið Chelsea spældi ímóti Portsmouth leygardagin. Schevchenko, sum hevur havt trupult við at finna málið seinnastu nógvu dystirnar, legði Chelsea fram um 2-0. Týski Michael Ballack fekk eisini hol á sína málskjóting, tá ið hann økti upp í 2-0. Porstmouth minkaði í seinna hálvleiki, men Chelsea helt fast um sigurin og liggur nú numar tvey í Premier League.