Schengen verður avgerandi

Altavgerandi fyri eina yvirtøku av útlendingamálum er, at semja eisini fæst í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brüssel.

Hóast landsstýrismaðurin í útlendingamálum, Poul Michelsen, í dag svaraði einum fyrispurningi frá fólkaflokstingkvinnuni, Anniku Olsen, um útlendingamál verða yvirtikin í ár, við at siga, at tað er ætlanin, eru fleiri snávingarsteinar, ið skulu fáast av vegnum fyrst.

 

Tað ásannar landsstýrismaðurin, ið millum annað viðurkennir, at altavgerandi fyri eina yvirtøku er, at semja eisini fæst í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brüssel.

-  Schengen-skipanin er tó undir stórum trýsti í løtuni, og hvussu viðurskiftini hátta seg næstu mánaðirnar við Schengen, kann fáa stóra ávirkan á, hvussu útlendingamál verða yvirtikin og harvið eisini tíðarætlanina, sigur Poul Michelsen.

 

Upp á hin partin av spurninginum frá Anniku Olsen, um ætlanir eru um at forða Sea Shepherd at koma inn í føroyskt sjóøki í ár, segði landsstýrismaðurin, at landsstýrið ikki góðtekur, at fólk, sum koma til landið at mótmæla, samstundis leggja seg upp í grindadráp og tilvitað bróta landsins lógir.

 

Um skip við atgerðarfólki ætla sær inn í føroyskt sjóøki, fara avvarðandi myndugleikar at viðgera málið í hvørjum einstøkum føri, og um grundarlag er fyri tí, fer landsstýrið at nýta heimildir í føroyskari og altjóða lóggávu at geva skipum siglingarbann ella forboð fyri at koma inn í føroyskt sjóøki.

- Um neyðugt er við lógarbroytingum í hesum sambandi, verða hesar lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið í næstum, segði Poul Michelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Poul Michelsen.