Við Útvarpið í gjár segði Sigrid, at hon longu áðrenn leikirnar hevði gjørt av, at fekk hon eitt gott úrslit, so ætlaði hon at gevast. Tað sama segði Schandorff. Við hesum vilja tey gera pláss fyri yngri bogaskjúttum. Tey bæði hava verið við at tryggjað Føroyum í hópatal av heiðursmerkjum gjøgnum ár og dag, men hesir leikirnir vera eftir øllum at døma teir seinastu.