Schalke 04 gevur út fótbóltsbíbliu

Kristna trúgvin hevur stóran týdning í týska fótbóltsfelagnum Schalke 04. Herfyri varð felagið heiðrað fyri arbeiðið sítt at breiða út kristnu trúnna

Gelsenkirchen, Týskland: Í Schalke 04 hava tey havt stóra eydnu við hesi serstøku bíbliuni, sum felagið gav út herfyri.

Fyrsta upplagið uppá 5000 eintøk er longu við at vera útselt, men felagið er eisini heiðrað við miðlaprísinum “Gylta Kumpassin” fyri arbeiðið sítt at breiða út kristnu trúnna, skrivar danska blaðið Kristeligt Dagblad.

Kristni miðlafelagsskapurin KEP letur á hvørjum ári 55.000 krónur til persónar ella felagsskapir sum samsýning fyri góðar frásagnir um kirkju og kristnu trúnna í fjømiðlunum.

Forsetin í Schalke 04, Josef Schnusenberg, venjarin Andreas Müller og brasiliski fótbóltsleikarin Marcelo Bordon vóru til staðar við heiðursløtuna.

- Við hesi bíbliuni ynskja vit at bera fram ein vitnisburð um trúgv okkara fyri stuðlum okkara, samstundis sum vit takka Gudi, sigur Marcelo Bordon.

Hann vónar, at boðskapurin í bíbliuni ikki fer at enda á eini hill undir liðini á øðrum áskoðaralutum, men at hann fer beint inn í hjørtuni á fólki.


Lat upp hjartað

Nýggja Schalke 04-bíblian hevur búmerkið hjá felagnum á forsíðuni og hevur annars teir blá-hvítu litirnar hjá felagnum.

Eins og aðrar bíbliur hevur henda bæði Gamla Testamentið og Nýggja Testamentið, umframt eitt serligt ískoyti har spælarar, forsetin og venjarin siga frá sínum viðurskiftum við Gud.

Marcelo Bordon greiðir eisini í greiðum orðum frá, hvat kristna trúgvin hevur at siga fyri hann.

- Eg havi latið hjartað mítt upp fyri Jesusi, og eg fái nýggja megi frá gudi hvønn einasta dag. Eg fann fyrst trúnna á Gud, tá eg var í eini truplari lívsstøðu.

- Men nú eri eg glaður um, at eg kann geva trúnna víðari til míni børn, skrivar hann í Schalke-bíbliuni.

Henda fótbóltsbíblian er tann fyrsta av slíkum slagi í Týsklandi. Men í fjør var felagið út ein bók, har fleiri av spælarunum søgdu frá trúgv síni. Bókin varð prentað í 50.000 eintøkum og varð útseld stutt eftir.