Ein tann størsti heiðurin, ið fólk í undirhaldsvinnuni kunnu fáa, er at fáa sítt navn á Walk of Fame. Og tað hevur 27 ára gamla Scarlett Johansson fingið nú.
Scarlett Johansson hevur júst fingið sína egnu stjørnu á Hollywood Boulevard Walk of Fame. Ein slíkur heiður verður altíð hátíðarhildin, og til hátíðarløtuna hjá Johansson var eisini hennara starvsfelagið í filminum The Avengers, Jeremy
Renner.
- Tað hevur verið ræðuligt at arbeitt saman við henni. Í seks mánaðir hevur hon tveitt meg runt, sligið meg, traðka á meg og turka gólvi við mínari sjálvsvirðing. Og alt hevur hon gjørt við einum smíli, segði skemtiligi Jeremy Renner við amerikanskar miðlar. Hann legði aftrat, at nú er tað hann, sum sleppur at traðka á hana.
Scarlett Johansson hevur verið í filmsheiminum síðani hon var 10 ára gomul. Tá fekk hon leiklut í filminum North, har Elijah Wood eisini spælir við.
Hon hevur annars verið í filmum sum Lost in Translation, og Vicky Cristina Barcelona.










