Klaksvík: Estlendska ferjan, Scania, hevur síðani páskirnar røkt siglingina millum Norðoyggjar og meginøkið, og tað fer Scania at gera í eina tíð afturat.
Dúgvan, sum er í dokk á Skála, verður klár um mánaðarskiftið, og tá skal Scania so í nýggja rutu.
Leygardagin fekk Smyril høvi at heilsa upp á avloysaran hjá sær, tá størsta strandfaraskipið gjørdi leigutúr fyri Eimskip til Klaksvíkar. Flutningsfelagið skuldi hava eina ørgrynnu av byngjum til Havnar, og hesum flutningi tók Smyril sær av.
Tá Dúgvan fer aftur í sigling um Lorvíksfjørð, skal Scania avloysa Smyril, sum skal í dokk.
Norðoyingar eru vælnøgdir við Scaniu, hóast ferjan siglir til Fuglafjarðar og ikki altíð klárar at halda ferðaætlanina neyvt.









