Í 14 ár hava lastbilaframleiðararnir Volvo/Renault, Daimler, Iveco, DAF, MAN og Scania framt kartellvirksemi á framleiðsluni av bilunum.
Tað skrivar Finans Watch.
Kappingarkommissiónin hjá ES gav bøtur út í fjør til eitt virði á 22 milliardir krónur og nú er tann síðsta bótin, sum er til Scania, eisini givin. Bert hon er áljóðandi 6,6 milliardir krónur.
Scania var ikki við í avtaluni frá í fjør og tí hava teir fingið bót í dag.
Feløgini hava avtalað prísir á framleiðsluni av lastilum í fleiri ár. Orsøkin er fyrst og fremst, at tað er strangari krøv sett á útlátið av dálkandi evnum og feløgini hava gjørt átøk til tess at forða fyri menningini av tøkni, ið skal minka um dálkandi evnini.