"Scandinavian Star" kanska kannast umaftur

Norska løgreglan hevur seinastu mánaðarnar kannað øll skjøl í sambandi við vanlukkuna við ferjuni "Scandinavian Star" fyri tólv árum síðani. Vanlukkan kravdi 159 mannalív.

Avvarandi hjá teimum, sum doyðu, tá eldur kom í "Scandinavian Star", mótmæltu í fjør, at eingin fekk ta revsirættarligu ábyrgdina av vanlukkuni, og tey heittu tí á norsku myndugleikarnar um at taka málið uppaftur. Síðani hevur eingin hoyrt um málið, men í gjár váttaði løgreglan í Oslo, at hon hevur arbeitt við málinum seinastu mánaðarnar eftir áheitan frá ríkisadvokatinum í Oslo. Arbeiðið verður væntandi liðugt um einar fjúrtan dagar.
Leiðslan hjá løgregluni í Oslo sigur, at tey hava kannað alt skjalatilfarið av nýggjum, eftir at avvarandi hjá teimum, sum doyðu við "Scandinavian Star", eru komin við nýggjum upplýsingum, sum hava samband við málið. Síðani skal ríkisadvokaturin gera av, um meiri skal gerast við málið.
Tor-Geir Myhrer, ríkisadvokatur váttaði í gjár, at málið um vanlukkuna verður kanska tikið uppaftur, so tað kann endaliga staðfestast, um nakar persónur skal ábyrgjast fyri tað, sum hendi.
Hasse Magusson, sum misti tvey synir í eldinum umborð á "Scandinavian Star", segði við eitt norskt blað í gjár, at tey avvarandi hava latið myndugleikunum ymsar upplýsingar, sum eftir teirra tykki eiga at bera í sær, at málið verður tikið uppaftur. Hvørki tey avvarandi ella løgreglan vilja siga, hvørjar upplýsingar talan er um.