Scandinavia ? góður dansitónleikur


 

Norski bólkurin, sum varð stovnaður í 1988, hevur rokkið málsetninginum, sum var at skapa ein samleika á høgum tónleikaligum stigi

Í næsta mánað kemur ein av kendastu dansibólkum í norðurlondum til Føroya at spæla til dans. Tað er norski bólkurin Scandinavia, sum rættiliga ofta er at hoyra í kvøðuljómunum og í sendingini »Hvat nú« hjá Elisi.

Bólkurin varð stovnaður í august 1988 í Oslo. Málið var at gera eina vøru við einum greiðum samleika á høgum tónleikaligum stigi. Ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur eydnast. Góði gamli dansitónleikurin hevur nevniliga fingið fastatøkur millum áhoyrarar, sum fegin vilja hoyra Scandinavia. Hetta kann kanska lýsast best við, at bólkurin, síðani hann varð stovnaður fyri trettan árum síðani, hevur spælt til dans fleiri enn 1000 ferðir.

Tað gekk skjótt fyri seg fyrstu tíðina. Fyrsta stakfløgan varð send á norska og danska marknaðin í september 1988, ella bert ein mánað eftir at bólkurin varð stovnaður.

Lagið á fyrstu stakfløguni var tað kenda lagið »Dagen er Din«, sum Steinar Storm Kristensen gjørdi og framleiddi. Hetta lagi vann seg heilt upp á tónleikatindarnar og tað hava nógv av løgunum eisini gjørt síðani.

Sum nevnt hevur Scandinavia spælt fleiri enn 1000 ferðir til dans. Av teimum eru út við 200 framførslur í Danmark, sum hevur verið ein spennandi marknaður. Harafturat hevur bólkurin verið í sjónvarpi og útvarpi út við 50 ferðir.

Scandinavia hevur givið út ellivu fløgur, sum eru seldar í út við 230 túsund eintøkum. Bólkurin hevur fingið virðisløn fyri tvær fløgur, sum hava selt fleiri enn 25 túsund eintøk hvør, og hevur hetta staðfest Scandinavia sum ein tann best seljandi bólkurin av sínum slagi í Noregi.

Styrkin hjá Scandinavia er, at bólkurin hevur varðveitt sína upprunaligu manning. Fimm av teimum, sum eru við í dag, vóru við til at stovna bólkin í 1988 og tað er bara forsangarin í bólkinum, sum er nýggjur. Eirik Johansen, sum í dag er forsangari í bólkinum, kom upp í Scandinavia í 1997. Sambært kritikarunum eru hann ein framúrskarandi góður sangari og júst tann rætti maðurin til uppgávuna sum forsangari. At bólkurin eigur ein av best umtóktu norsku sangskrivarum og tónleikaframleiðarum, ger bara umstøðurnar hjá teimum enn betri.

Hetta sást eisini aftur, tá Scandinavia í fjør gav út higartil seinastu fløguna, sum eitur »Gode venner«. Lagið »Til min aller beste ven« var so væl umtókt, at tað bæði var inni á Norsktoppen og Dansktoppen, meðan lagið »Det var sommer« gjørdist nummar eitt á fleiri listum kring um í Noregi.


Tónleikarar í

Scandinavia eru:

Pål Fuglseth Tautra, bass og sang

Steinar Storm Kristensen, keyboards og sang

Finn Jacobsen, gittar

Ronny Jakobsen, trummur og sang

Bjørn O. Jensen, saksofon og sang

Eirik Johansen, forsangari og gittar


Scandinavia hevur

givið hesar fløgur út:

1. Scandinavia, 1988, sangari Terje Mårstad

2. Scandinavia 2, 1990, sangari Terje Mårstad

3. Scandinavia på opfordring, 1991, sangari Rune Rudberg

4. Scandinavia 3, 1992, sangari Rune Rudberg

5. Scandinavia 4, 1993, sangari Rune Rudberg

6. Julefest med Scandinavia, 1994, sangari Kjetil Norfjeld

7. Scandinavia 5, 1994, sangari Kjetil Norfjeld

8. Scandinavia sammen igjen, 1996, sangari Rune Rudberg

9. Scandinavia 6, 1997, sangari Eirik Johansen

10.Scandinavia Christmas songs, 1998, sangari Eirik Johansen

11.Scandinavia Gode venner, 2000, sangari Eirik Johansen