Í staðin fyri at taka Bíbliurnar úr hotelrúmunum ætlar Scandic ketan í Svøríki at leggja bæði Koranini og jødisku Tanach í hvørt kamarið Tað verður einki burtur úr ætlanini hjá hotelketuni Scandic, sum herfyri boðaði frá, at ætlanir vóru um at taka Bíbliuna úr øllum kømurunum á hotellunum, sum Scandic eigur í Svøríki. Grundgevingin var, at fólk av øllum religiónum skuldu vera væl komin at búgva á Scandic hotellum.
Ætlanin vakti stóran ans. Eitt nú varð í fleiri stiftum í Svøríki boðað frá, at hesi ikki longur fóru at loyva sínum umboðum at búgva á hotellum hjá Scandic.
Í staðin fyri at taka Bíbliuna burtur, so hevur Scandic gjørt av, at Koranin og jødiska Tanack eisini skulu saman við Bíbliuni verða tøkar í øllum hotelrúmunum.










