Sbragia úr Sunderland

Hóast tað eydnaðist Ricky Sbragia at tryggjað Sunderland framhaldandi tilveruna í Premier League, hóast liðið sunnudagin tapti seinasta dystin ímóti Chelsea, hevur hann valt at lagt frá sær. – Eg haldi, at felagið treingir til eitt størri navn. Tað sá svart út, tá eg kom til, men eg haldi meg hava loyst mína uppgávu her, segði hann við BBC.