Teir kjarnorkuriknu russisku kavbátarnir, sum hava felagsheitið Atomflot, fáa úr at gera við at fylgja skipum, sum ætla sær at sigla ígjøgnum Landnmyrðingsleiðina næsta ár. The Barents Observer skrivar, at ísbrótararnir hava longu fingið fyrispurningar um at fylgja 15 skipum í 2011.
Sagt verður, at áhugin fyri siglingarleiðini norðan fyri Russland er vaksin nógv, síðani tangaskipið Baltica sigldi tann vegin herfyri. Baltica sigldi úr Murmansk til Chukotka, og ferðin tók 11 dagar.
Teir russisku ísbrótararnir í Landnyrðingsleiðini eru heldur ikki arbeiðsleysir nú. Teir eru í ferð við at fylgja danska skipinum Nordic Barents úr Kirkenæs í Noregi til Kina.