»Ísbjarnirnar« eftir Jonas Gardell


 

SJÓNLEIKUR

Gulla Øregaard


At Havnar sjónleikarfelag tekur nýggjan dramatikk á skránna er at fegnast um.

Felagið hevur gjørt nógvar ymiskar royndir seinastu árini, men hevur ikki rættuliga vágað sær í gongd við modernaðan nýggjan dramatikk. Skulu vit kenna leikritaskriving í grannalondum okkara, so mugu føroysku leikhúsini fram-yvir spenna seg út. -Sjónleikarhúsið hevur við hesi uppseting gjørt eina góða roynd.

Vit eiga í dag so nógvar góðar leikarar, at tað er onki ov nógv, at vit í Havn ,kunnu fara tvey ymisk støð til góðan nútíðar sjónleik, umframt at Norðurlanda Húsið av og á kann geva okkum stórar leikløtur.

Leikurin ?Ísbjarnirnar? eftir Jonas Gardell er ein náðileys úrlating av eini eldri konu og mammu, sum ikki røkkur børn síni. Sum úrslit av hesum kryplast børnini sálarliga, og hetta snýr leikurin seg um.

Tær tríggjar Nora Bærentsen sum móðurin Elsa , og døturnar Gerda og Solveig (Gunnvá Zachariassen og Eyð Matras) geva okkum áskoðarum beiskleikar frá gerandislívi teirra beint í gronini, uttan at vit fáa vart okkum.

Í stuttum er leikurin um eina 72 ára gamla mammu, sum av partvís ókendum orsøkum ikki hevur megnað at sloppið sær á flog, men hevur gjørt tað, sum samfelagið (møguliga maðurin) hevur álagt henni, og tað er at fostra síni trý børn, uttan sjálv at kunna realisera sínar ambitiónir um eina sjálvstøðuga karrieru.

Hon hevur kastað sín kærleika á sonin Gabriel. Men her er heldur ongin góðska at heinta. Sonurin gerst rithøvundi og brúkar mammuna og heimið sum tilfar til skaldsøgu og prosess at sleppa sær burtur úr okinum við umklamrandi mammuni.

Mamman harafturímóti sær bara sonin, tí at hann er vorðin kendur. Mamman hevur føðingardag og fyllir 72 ár, tá leikur byrjar. Døturnar koma, men her spyrst bara kuldi og róp og skrál burturúr. Mamman kennir seg einsamalla og hevur onki yvirskot at skilja døturnar, men gevur teimum eina kenslu av, at tær onki eru. Tær bøna og biðja um forstáilsi, kortini er bara kuldi og einsemi til staðar.

Tann eldra dótturin Solveig (Eyð Matras) er sjúkliga neurotisk og forstýrað. Hin yngra Gerda (Gunnvá Zachariassen) er eitt avrit av mammuni, men hevur ikki styrkina. Leikurin vísir kulda og einsemi millum menniskju, tá ið verunligur kærleiki ikki er til staðar.

Leikurin er beiskur, tó eisini humoristiskur. Jonas Gardell fær verunliga givið okkum nakað at hugsa um.

Egi Dam hevur leikstýrt neyvt, so karakterirnir eru skærir. Serliga klár er mamman. Hjartanemandi í síni sorg hvørki at røkka sínum málum, tíans heldur at røkka teimum børnum, hon hevur sett í verðina.

Nora Bærendsen prógvar í hesum leiki, at hon er góður karakterleikari - Heilt gjøgnumførd í torføra spælinum.

Gunnvá Zachariassen og Eyð Matras spæla somuleiðis væl. Hevði ynskt at spælistílurin var meira avpassaður til mammuna, ella at mamman hóskaði betri til teirra spælistíl.

Jytte Joensen hevur umsett leikin til lætt og nattúrligt pallmál.

Sjálvur pallurin var ein discount útgáva, sum kundi verið meira spennandi. Ljósið var harafturímóti gott.

Video innslagið við soninum og tíðindakonuni var frálíkt. Hóast bílætið var blakað upp á ein gaze klæddan vegg.

Leikskráin var sera fátækslig, tá hugsað verður um hesa nýroynd við norðurlendskum leiki. Leikhúsið hevur skyldu at geva okkum áskoðarum eitt sindur av vitan um mið og mál uttanum nýggjar uppsetingar. Eisini haldi eg at plakatin er keðilig, tó at fotomyndin er góð.

Sjónleikarhúsið eigur at verða fylt við áskoðarum, sovítt vit leggja nakað í modernaðan dramatikk. Her er so eitt dømi um gott leikrit og frálíkt spæl.