Ísbjørnin verður útruddað um hundrað ár

Ein kanadiskur vísindamaður vil vera við, at um hundrað ár eru ongar ísbjarnir eftir. Orsøkin er tann veksandi hitin á Jørðini

Kanadiski vísindamaðurin Andrew Derocher, sum starvast á lærda háskúlanum í Edmonton, sigur, at ísurin í teimum arktisku økjunum minkar umleið níggju prosent á hvørjum ári orsakað av tí veksandi hitanum á Jørðini.
Vísindamaðurin sigur, at ísurin er lívsneyðugur hjá ísbjarnunum, og tí hevur tað sera álvarssamar avleiðingar fyri ísbjarnirnar, at ísurin minkar. Hansara meting er, at heldur verandi gongd fram, fara ísbjarnirnar at doyggja út um eini hundrað ár.
Bretski pólserfrøðingurin Peter Wadham hevur nakað somu áskoðan. Hann sigur, at tað einasta, sum kann bjarga ísbjørnini, er, at hon lærir seg somu mannagongd sum tann brúna bjørnin. Lærir hon ikki at taka laks í áunum og onnur smá djór uppi á landi, doyr hon út, sigur hann.