Ísbjørnin nógv eldri enn hildið

Kanningar hjá amerikonskum vísindafólkum vísa, at ísbjørnin er eitt nógv eldri djór, enn vísindin hevur hildið higartil. Í kanningunum hava amerikanararnir samanborið DNA-royndir av ísbjarnum við DNA-royndir av svørtum og brúnum bjarnum, umframt at teir hava kannað DNA-royndir av einari 120.000 ára gamlari ísbjarnatonn.
Niðurstøðan hjá granskarunum er, at ísbjørnin hevur livað á jørðini í millum fýra og fimm milliónir ár. Hon er sostatt nógv eldri, enn vísindin hevur hildið, tí fyrr varð mett, at tær fyrstu ísbjarnirnar komu fyri umleið 500.000 árum síðani.
Sambært blaðnum Canadian Press var tað millum annað evnini hjá ísbjørnini at gera eitt feittlag innan fyri skinnið, sum leiddu granskararnar framá, hvussu gomul ísbjørnin veruliga er.